Í Neystinum frá 24.02. til 28.03
24.02.2013.
Í dag eru vit aftur í Neystinum, vit 4 Andriása, Doris, Karla og Kári.
Vit komu seinnapartin í dag. Veðrið er fagrasta vetrarveður og alt er gott. Í gjár vóru vit í Gjógv. Kristina skuldi syngja niðri í Gjónni fyri brúður, polterabend.
01.03.2013.

Veðrið í dag er gott og eg havi verið ein gongutúr. Albin og Rannveig vitjaðu.
02.03.2013.
Andriása, Doris og Karla eru á Zarepta. Rannveig og Albin vitjaðu um kvøldi. Um dagin var Kári gongutúr í Vágum eftir Slættanesgøtuni frá Vatnsoyrum.
03-03-2013.
Ídag komu tær aftur frá Zarepta. Doris var eitt sindur móð. Karla hevur klára seg væl á Zarepta. Seinnapartin vóru Berit, Bjarni og Høgni og vitjaðu okkum. Seinni komu Poul og Súsanna og tey ótu nátturða við okkum.
04-03-2013.
Í kvøld kom Kristina at vitja okkum - hugnaligt.

20-03-2013.
Í kvøld hevur Andriása verið til felags foreldrafund í skúlanum hjá Doris og Karlu í Skálafirði. Kári var heima hjá Doris og Karlu.
28-03-2013.
Í gjár vóru vit í silvurbrúdleyp hjá Mourits og Emi. Tað var hildi í Dansifrøði. Eitt avbera hugnaligt kvøld. Í dag vóru Kári og genturnar út ein løtu - men kalt.
Kommentarer