Páskir 2010

31-03-10 Mikudag fóru Doris, Karla og Kári inn í neystið. Kavi er heilt niður til vegin. Tað hevur eisini kavað ídag. Andriása er komin íkvøld. Berit og Bjarni eru í Saltangará. Tosaði við Ceciliu, hon er afturkomin úr Svøríki og Albin er ungdómstúr við Norrønu í Íslandi.
01-04.10 vóru Kristina og Niclas til náttura hjá okkum. Til døgurða fingu vit stokt íslendsk lambakjógv. Albin kom aftur úr Íslandi við Norrønu. Kári var eftir honum í Skálafirði. Hann var eina løtu í neystinum, men fór so heim til Saltangará.
02-04-10 Vit hava verið og etið døgurða hjá Bjarna og Berit í Saltangará. Góð løta saman. Vit vóru Berit, Bjarni, Høgni, Árni, Andriása, Kári, Albin, Doris og Karla.
03-04-10. Vit hava næstan allan dagin inni. Vóru og keyptu inn í Norðskála og vóru eisini ein túr í Tjørnuvík eftir kjøti. Í morgun var kalt og tað hevur fryst ínátt. Albin er farin til Havnar.


04-04-10. Ídag hava Karla, Dánjal Jákup og Sanna verið til døgurða hjá okkum í neystinum. Albin var eisini. Um kvøldi vóru Abraham, Kára og Steffan og vitjaðu okkum. Mamma Abraham var eisini við.
05-04-2010. Nógvur vindur og regn. Vit fóru heim aftur til Saltangará.

Kommentarer

Populære opslag fra denne blog

Jólaødn 2016

Kári føðingardag í neystinum 2015.