Opslag

Viser opslag fra 2010

Kristina og Niclas í Neystinum

Kristina og Niclas hava verið í Neystnum hetta vikuskiftið. Tey fóru ígjár og vit vóru og vitjaðu tey eina løtu í kvøld.
Vit hava verið í neystinum í 2 dagar. Fóru 14-05-2010. Andriása, Kári, Doris og Karla. Tað hevur regnað fyrr ídag. Seinnapartin hava vit verið ein gongutúr á bryggjuni. Albin fór til Svøríki fyrradagin. Kristina hevur verið í Suðuroy og sungið í Saltsilouni í Líðini saman við Hallur. Kári hevur verið í Havn. 01-06-2010. Albin er afturkomin frá ferð í Svøríki og Danmark. Hann kom heim sunnudagin við flogfari. Andriása og Doris og Karla hava verið á familjulegu á Zarepta síðan fríggjadagin. Tær stórtrívast og eg havi verið og vitja tær ídag. Kári svevur framvegis í neystinum. Vit fór heim til Saltangará 03-06-2010.

Eldri myndir

Billede
Myndir av neystinum áðrenn umvælingina 2006/2007. Neystið var liðugt umvælt heystið 2007. Doris og Karla hildu 4 ára føðingardag í neystinum. Neystið summarið 2006. Vit eru í holt við at rudda út. Bingjan er til rusk og burturkast. Aðrar myndir frá neystinum.

Páskir 2010

31-03-10 Mikudag fóru Doris, Karla og Kári inn í neystið. Kavi er heilt niður til vegin. Tað hevur eisini kavað ídag. Andriása er komin íkvøld. Berit og Bjarni eru í Saltangará. Tosaði við Ceciliu, hon er afturkomin úr Svøríki og Albin er ungdómstúr við Norrønu í Íslandi. 01-04.10 vóru Kristina og Niclas til náttura hjá okkum. Til døgurða fingu vit stokt íslendsk lambakjógv. Albin kom aftur úr Íslandi við Norrønu. Kári var eftir honum í Skálafirði. Hann var eina løtu í neystinum, men fór so heim til Saltangará. 02-04-10 Vit hava verið og etið døgurða hjá Bjarna og Berit í Saltangará. Góð løta saman. Vit vóru Berit, Bjarni, Høgni, Árni, Andriása, Kári, Albin, Doris og Karla. 03-04-10. Vit hava næstan allan dagin inni. Vóru og keyptu inn í Norðskála og vóru eisini ein túr í Tjørnuvík eftir kjøti. Í morgun var kalt og tað hevur fryst ínátt. Albin er farin til Havnar. 04-04-10. Ídag hava Karla, Dánjal Jákup og Sanna verið til døgurða hjá okkum í neystinum. Albin var eisini. Um kvøldi...

Reingerð av neystinum

Kári hevur ídag verið inni í neystinum og dustsogið og vaskað gólv.

Kári 55

Vit Doris, Karla, Andriása og Kári vóru í neystinum frá 27-02 til 05-03-10. Kári hevði føðingardag mánadagin, men helt ongan føðingardag. Tað var nógvur kavi, men veðrið var annars gott. Doris og Karla eru frískar. Føðingardagin vóru vit í havn og keyptu lampur í CASA oh ótu døgveðra á Hotel Hafnia.