Í dag fóru Doris, Karla og Kári inn í neystið at vera ídag og ímorgin. Andriása kom seinnapartin og hevði Mammu sína Karlu við. Tað hevur regna eitt sindur í dag. Í kvøld hava Elin Maria hjá Jóannes og Elin Løkin verið og vitja okkum.
Jólaødn 2016
Jólaaftansmorgun ringdu Grannar í Funningsfirði um at vineyga í køkinum var opið. Tá eg kom til neystið um middagstíð var vindeyga á ovaru hæddini oman móti sjónum vent við so innara síða vendi út. Eg royndi so at venda vindeyganum við aftur, men vindeygað varð vorði skeivt, so tað var mótstøða og stóð fast. Tá eg spenti fór vindeyga úr skinnarunum báðu megin. Eg fekk síðan hjálp frá 4 fólkum at fáa vindeyga í aftur. Uttan hjálpina hevði tað ikki eydnast.
Kommentarer