Opslag

Viser opslag fra 2009

Berit og Høgni Janus

Billede
Ídag hava Berit og Høgni verið og vitja okkum. Ímorgun vóru Kári, Doris og karl ein túr við Gjógv og hugnaðu okkum eina góða løtu.
Ígjárkvøldið høvdu vit vitjan av Poul og Súsonnu.

Cecilia, Doris og Karla á seiðaberg

Cecilia kom úr Havn í kvøld. Hon kom við bussinum. Andriása var eftir henni í Skálafirði. Aftaná nátturða fóru tær tríggjar systrarnar á seiðaberg. Tær fingu onkran seið og fleiri skrubbur. Likkurnar fingu fiskarnar at eta. Veðrið í dag hevur verið gott og sól.

Doris og Karla hava verið á seiðaberg.

Vit fingu ongan fisk, men stuttligt kortini.

Sunnudagur 26-07-2009

Ídag hevur Dinna og tvíburðarnir Rani og Rannvá verið og vitja okkum í neystinum. Í kvøld vóru Cecilia og Grettir, Jóannes, Sæunn, Ólavur, Ester, lítla Elin Maria og vijtaðu okkum. Albin er í Havn, hann skal hjálpa til í Ebenezer tí Russ Taff skal syngja har í Kvøld.

Juli 2009

ìdag fóru Andriása, Kári, Doris og Karla inn í Neystið. Í kvøld hava Albin og Beinta vitja okkum. í kvøld 21-07-2009 hava Alfrida, Klaus, Ábrahan og Maria og Dinna verið og vitja okkum. Vit ótu ein døgverða saman. Ídag 22-07-2009 eru vit framvegis í neystinum. Ígjár 23-07-2009 vitjaðu Kára, Elin og Steffan okkum. Cecilia og Sharon vóru eisini, tær vóru eina løtu á seiðaberg.

Karlina Højgaard og verfamilja í neystinum

Tey hava lænt neystið hetta vikuskiftið frá 3. juli. Tey vera 8 fólk. Tey hava ringt ídag og sagt at tað lekur frá wc-inum á ovaru hæddini.

Karla innløgd við krampum

Um vikuskiftið frá 30-01-09 til 01-02-2009 vóru Andriása, Kári, Doris og Karla í neystinum. Tíðliga leygarmorgunin fekk Karla krampar og endaði á sjúkrahúsinum. Vit vóru noydd at boðsenda sjúkrabili. Hon var útskrivað seinni sama dag,.

Kári føðingardag í neystinum

Doris, Karla, Andriása fóru inn í Neystið ígjár. Vit vóru ein túr í Vágum ígjár og vóru á Hotel Vágum á veg heimafur og ótu tunnilsmenu. Um kvøldi vóru vit til sangmøti í Filadelfia og hoyrdu Kristinu singja God on the Montain. Í dag hava vit bara verið í Funningsfirði. Genurnar og Kári vóru úti í morgun og splældu á keiini. Í kvøld vóru Berit, Bjarni og Høgni og ótu ein nátturðabita. Eitt sindur seinni komu Karla, Kára, Abraham eina løtu. Tá vit hava verið um vikuskiftið - so upplivist Funningsfjørður sum eitt føroyskt Toscana, hóast ongin italienskur pastarættur var á skránni, men associatiónirnar vóru har.
Í dag fóru Doris, Karla og Kári inn í neystið at vera ídag og ímorgin. Andriása kom seinnapartin og hevði Mammu sína Karlu við. Tað hevur regna eitt sindur í dag. Í kvøld hava Elin Maria hjá Jóannes og Elin Løkin verið og vitja okkum.