Um vikuskiftið hava vit verið í neystinum. Vit Kári Doris og Karla fóru leygarmorgunin 15-11-2008. Vit svóvu leygarnáttina í neystinum. Sunnudagin vóru vit í mentunnarhúsinum í Fuglafirði og sóu sjónleikin Emil frá Lønnibergi.
Jólaaftansmorgun ringdu Grannar í Funningsfirði um at vineyga í køkinum var opið. Tá eg kom til neystið um middagstíð var vindeyga á ovaru hæddini oman móti sjónum vent við so innara síða vendi út. Eg royndi so at venda vindeyganum við aftur, men vindeygað varð vorði skeivt, so tað var mótstøða og stóð fast. Tá eg spenti fór vindeyga úr skinnarunum báðu megin. Eg fekk síðan hjálp frá 4 fólkum at fáa vindeyga í aftur. Uttan hjálpina hevði tað ikki eydnast.
Vit fóru í neystið 28-02-2015. Nú er Grækarismessa og vit eru enn í neystinum. Berit, Bjarni og Høgnu vóru og vitjaðu okkum 1. mars um kvøldi og um dagin vóru vit í Vágum, fingu døgverða á Hotel Vagar. Albin, Rósa, Kristina og John vitjaðu okkum 2. mars. Í morgun sóðu vit fleiri tjøldur Millum Fjarða. Í gjár og ídag hevur veðrið verið ringt, stormur og regn. Hvirlur á Funningsfirði. 20. mars var sólarmyrking í Føroyum. Tað var óvist til seinastu løtu um vit fóru at síggja nakra sólarmyrking. Vit vóru á vegnum millum Rituvík og Æðuvík og beint áðrenn kl 9.40 kláraði upp. Hetta er ein serstak sjón. Áðrenn sólarmyrkingina hevði Doris gjørt morgunmat við amerikanskum pannukøkum, speilegg og bacon.
Kommentarer