Um vikuskiftið hava vit verið í neystinum. Vit Kári Doris og Karla fóru leygarmorgunin 15-11-2008. Vit svóvu leygarnáttina í neystinum. Sunnudagin vóru vit í mentunnarhúsinum í Fuglafirði og sóu sjónleikin Emil frá Lønnibergi.
Vit eru framvegis í neystinum. Doris, Karla, Andriása og eg. Tey størru børnini tíma ikki, tá vit gomlu eru har. Í morgun vóru Doris, Karla og eg í svimjihøllini í Havn. Tað gongur heldur frægari hjá Karla í vatninum, men balansan er ikki so góð.
Ídag hava Doris, Karla og eg verið inni í neystinum í Funningsfirði. Veðrið er eitt sindur grátt. Albin og Kári hava verið inni í neystinum og etið døgverða. Vit fingu kjøtfrikadellir, eplir, reyðkál og brochioli. Vit fara at sova í Funningsfirði ínátt. Ben og Tóra Johannesen lántu neystið 4 dagar í síðstu viku.
Berit, Bjarni og Høgni Janus hava í dag vitja okkum í neystinum. Cecilia og Jesper eru her eisini, umframt Doris og Karla. Vit hava staðið við tráðu eina løtu og roynt at fiska laks. Veðrið er grátt og tað regnar eitt sindur.
Langafríggjadag vóru familjan hjá Andriásu, Albin og eg og ótu enskan búff í Lonini í Elduvík. Aftaná fingu øll seinnapartskaffi í neystinum í Funningsfirði. Vit hava verið í neystinum um páskini og eru heimkomin til Saltangará ídag. Albin kom annars til Føroyar hósdagin.