Aftur í neystinum
Ígjár fóru vit í neystið. Andriása, Kári, Doris og Karla. Í dag sunnudag hava Albin og Rósa verið og vitja okkum í neystinum. Jacobina hevur vitja Karlu. John, Kristina og Kári hava eisini verið framvið. 27-01-2016. Andriása og Kári eru einsamøll í neystinum. Doris og Karla sova hjá Kristinu. Tær hava frí frá skúlanum ímorgin. Tað kavar íkvøld og er kalt. Tað var eisini rættuliga hált seinnapartin. 03-02-2016. Ígjár høvdu Andriása og Kári 14 ára brúdleypsdag. Vit hildu dagin við at eta kjálkar til døgverða. Albin var og vitjaði okkum í neystinum. Í kvøld vóru vit í Leirvík og ótu víkingaburgara. Fyrradagin gingu Karla og Doris grýlur í Runavík. Tær vitjaðu m.a. Karlu ommuna, Jóannes og Sæunn, Símun og Randi umframt fleiri onnur hús. Albin skal arbeiða umborð á Norrønu, fleiri vikuskiftir komandi mánaðin. Vit vóru í neystinum til byrjan av mars.