Opslag

Viser opslag fra 2016

Kári í Neystinum vikskiftið 18-20 novembur 2016

Billede
Kári var 2 dagar í neystinum, meðan Andriása, Doris og Karla vóru á Zarepta. Fólk frá Samkomuni í Berøa vóru hetta vikuskiftið saman á Zarepta. Vit høvdu øll eitt sera gevandi vikuskiftið. Leygardagin gongutúr á Elduvíksvegnum.

Barnadópur hjá Mikkjal. Døgverða í neystinum aftaná.

Billede
10. juli varð sonurin hjá Ceciliu og Árna doyptur í Fuglafjarðar kirkju. Marjun Bæk var prestur. Hann eitur Mikkjal Albin Vang. Aftaná barnadópin var døgverði í neystinum. Poul Rustin hevði gjørt matin. Vit fingu lambasteik og aftaná var kakur og drekkamunnur.

Aftur í neystinum

Ígjár fóru vit í neystið. Andriása, Kári, Doris og Karla. Í dag sunnudag hava Albin og Rósa verið og vitja okkum í neystinum. Jacobina hevur vitja Karlu. John, Kristina og Kári hava eisini verið framvið. 27-01-2016. Andriása og Kári eru einsamøll í neystinum. Doris og Karla sova hjá Kristinu. Tær hava frí frá skúlanum ímorgin. Tað kavar íkvøld og er kalt. Tað var eisini rættuliga hált seinnapartin. 03-02-2016. Ígjár høvdu Andriása og Kári 14 ára brúdleypsdag. Vit hildu dagin við at eta kjálkar til døgverða. Albin var og vitjaði okkum í neystinum. Í kvøld vóru vit í Leirvík og ótu víkingaburgara. Fyrradagin gingu Karla og Doris grýlur í Runavík. Tær vitjaðu m.a. Karlu ommuna, Jóannes og Sæunn, Símun og Randi umframt fleiri onnur hús.  Albin skal arbeiða umborð á Norrønu, fleiri vikuskiftir komandi mánaðin. Vit vóru í neystinum til byrjan av mars.