Opslag

Viser opslag fra 2012

Vikuskiftið í neystinum.

Vit Andriása, Kári, Doris og Karla hava verið í neystinum síðan fríggjakvøldið. Veðrið hevur ikki verið so gott, so vit hava mest verið inni.

Heystfrí

Billede
Vit eru enn í Neystinum. Ídag er leygardagur og vit skullu í silvurbrúdleyp hjá Gudni og Albin er úti við Váðasteini, teir koma væntandi heim mánadagin. Cecilia og Árni fóru til Danmarkar fríggjadagin og eg havi tosað við hana síðan hon kom uppá pláss í Keypmannahavn. Doris var í pyjamasparty fríggjakvøld til leygarmorgun og hon var eitt sindur móð tá hon kom heim. Veðrið í dag hevur verið avbera gott 18-10-2012. Vit eru enn í neystinum. Ídag hava vit verið í Runavík. Andriása hevur vitja mammu sína og Kári gjørt ørindir í Saltangará. Í kvøld hava John og Kristina vitjað okkum og eisini Sanna hjá Símun og Randi hevur verið her. Veðrið hevur verið keðiligt, regn og vindur, men ikki so kalt ídag.

30-09-2012

Ígjár fóru vit inn í Neystið. Vit eru Andriása, Kári, Doris og Karla. Genturnar vòru ein túr við Ceciliu Árna í Havn. Í gjárkvøldi vòru so Andriása og Kári eftir teimum. Vit vòru aftur í neystinum um kl 21.30. Ídag er Albin komin heim. Hann hevur verið úti við Váðasteini fyri triðju ferð. Seinnapartin hava vit havt vitjan av Berit, Bjarna og Høgna Janus. Cecilia og Árni hava eisini verið, men fyrst komu Albin og Rannveig inn á vegnum til Gøtu. Vita hava havt ein stak hugnaligan seinapart í Neystinum, sjálvt um tað hevur oysregnað.

Aug 2012

Billede
Nú hevur Kári verið 3 dagar í neystinum. Ígjár vóru Berit, Bjarni, Høgni og Frank og vitjaðu. Frank er og vitjar ommu og abba í Føroyum.