Opslag

Viser opslag fra august, 2008
Vit eru framvegis í neystinum. Doris, Karla, Andriása og eg. Tey størru børnini tíma ikki, tá vit gomlu eru har. Í morgun vóru Doris, Karla og eg í svimjihøllini í Havn. Tað gongur heldur frægari hjá Karla í vatninum, men balansan er ikki so góð.
Ídag hava Doris, Karla og eg verið inni í neystinum í Funningsfirði. Veðrið er eitt sindur grátt. Albin og Kári hava verið inni í neystinum og etið døgverða. Vit fingu kjøtfrikadellir, eplir, reyðkál og brochioli. Vit fara at sova í Funningsfirði ínátt. Ben og Tóra Johannesen lántu neystið 4 dagar í síðstu viku.