Føðingardagurin hjá Doris og Karlu var hildin í neystinum í Funningsfirði 07-11-07. Nú er Neystið við at vera liðugt. Andriása hevði bílagt smyrjibreyð frá Sjókafeini í Runavík. Føðingardagurin eydnaðist stak væl.
Ídag hava Andriása og Kristina verið inni og vaskað í neystinum í Funningsfirði. Køksborðið er komið og stólarnir eg trúgvi at tað fer at rigga væl. Baðikar, sengur og annað eru ávegis.
Neystið er á støðni í Funningsfirði. Adressa: Havnalagið 8. Vit keyptu neystið á várið 2006. Múrararbeiði er ikki heilt liðugt og somuleiðis eru trupulleikar við kloakering. Á fyrru myndini sæst hvussu neystið ság út áðrenn umvælingina. Brøðrasamkoman hevur fyri nógvum árum síðan brúkt neystið til sunnudagsskúla og møtir. Seinna myndin er av skelti, sum vit funnu í neystinum.