Opslag

Summar 2016

Nú eru vit aftur í neystinum vit 4 Andriása, genturnar og Kári. Vit komu fríggjadagin fyri 2 døgum síðan. Kristina Hevur íslenskar gestir sum búgva hjá okkum í Saltangará. Vit hava roynt at hvílt okkum, men Andriása var sjúk í gjár og fyrradagin, men hevur tað nógv betri í dag. Fyrr í summar vóru Karl Løkin og familja nakrar dagar í neystinum og Kristina hevur eisni sovið onkra nátt.

Jólaødn 2016

Jólaaftansmorgun ringdu Grannar í Funningsfirði um at vineyga í køkinum var opið.  Tá eg kom til neystið um middagstíð var vindeyga á ovaru hæddini oman móti sjónum vent við so innara síða vendi út. Eg royndi so at venda vindeyganum við aftur, men vindeygað varð vorði skeivt, so tað var mótstøða og stóð fast. Tá eg spenti fór vindeyga úr skinnarunum báðu megin. Eg fekk síðan hjálp frá 4 fólkum at fáa vindeyga í aftur. Uttan hjálpina hevði tað ikki eydnast.

Kári í Neystinum vikskiftið 18-20 novembur 2016

Billede
Kári var 2 dagar í neystinum, meðan Andriása, Doris og Karla vóru á Zarepta. Fólk frá Samkomuni í Berøa vóru hetta vikuskiftið saman á Zarepta. Vit høvdu øll eitt sera gevandi vikuskiftið. Leygardagin gongutúr á Elduvíksvegnum.

Barnadópur hjá Mikkjal. Døgverða í neystinum aftaná.

Billede
10. juli varð sonurin hjá Ceciliu og Árna doyptur í Fuglafjarðar kirkju. Marjun Bæk var prestur. Hann eitur Mikkjal Albin Vang. Aftaná barnadópin var døgverði í neystinum. Poul Rustin hevði gjørt matin. Vit fingu lambasteik og aftaná var kakur og drekkamunnur.

Aftur í neystinum

Ígjár fóru vit í neystið. Andriása, Kári, Doris og Karla. Í dag sunnudag hava Albin og Rósa verið og vitja okkum í neystinum. Jacobina hevur vitja Karlu. John, Kristina og Kári hava eisini verið framvið. 27-01-2016. Andriása og Kári eru einsamøll í neystinum. Doris og Karla sova hjá Kristinu. Tær hava frí frá skúlanum ímorgin. Tað kavar íkvøld og er kalt. Tað var eisini rættuliga hált seinnapartin. 03-02-2016. Ígjár høvdu Andriása og Kári 14 ára brúdleypsdag. Vit hildu dagin við at eta kjálkar til døgverða. Albin var og vitjaði okkum í neystinum. Í kvøld vóru vit í Leirvík og ótu víkingaburgara. Fyrradagin gingu Karla og Doris grýlur í Runavík. Tær vitjaðu m.a. Karlu ommuna, Jóannes og Sæunn, Símun og Randi umframt fleiri onnur hús.  Albin skal arbeiða umborð á Norrønu, fleiri vikuskiftir komandi mánaðin. Vit vóru í neystinum til byrjan av mars.

Karla pyjamasparty í neystinum 5. nov. 2015

Karla hevði bjóða gentunum í 4. flokki at hugna sær í neystinum ígjár og tær skuldu eisini sova. Andriása var við. Kristina hjálpti við tí praktiska. Eg haldi tær hugnaðu sær. Kári var eftir heima í Saltangará. Ídag 6. nov. hevur Doris hildi føðingardag fyri sínum flokki heima í Saltangará. Kristina hevur fyrireika føðingardagin.

Karla hevur pyjamasparty í Neystinum 02-05-2014

Maritza, Birgit Annvør, Kristara eru í Neystinum. Ætlaniner at tær skullu sova.